Keypa einvegis ferðaseðil til dómadag

Feløg, sum selja flogferðaseðlar til Bugarach í Fraklandi og Sirince í Turkalandi, hava úr at gera í hesum døgum, tí sambært spádóminum um heimsins undirgang tann 21. desember sleppa hesar báðar bygdirnar undan oyðingini.

Tey, sum siga, at heimurin fer at ganga undir tann 21. desember, halda seg til ein av teimum kalendarunum, sum Maya-mentanin brúkti. Hann endar tann 21. desember í 2012, og so eru tað tey, sum halda, at tá gongur heimurin undir. Bara franska bygdin Bugarach (myndin) og tann turkiska Sirince sleppa undan oyðing.

Hetta seinasta hevur fingið nógv fólk at tryggja sær ferðaseðil til annað av plássunum, og sambært ferðaheimasíðuni Skyscanner er eftirspurningurin eftir ferðaseðlum til Burgarch vaksin 41 prosent og til Sirince 30 prosent.

Tey flestu hava bílagt sær einvegis ferðaseðil...