Nýggja fløgan hjá The Dreams kann takast niður á internetinum í kvøld Í næstu viku kemur nýggja fløgan hjá The Dreams út í Danmark, men longu nú ber til at ogna sær sangirnar á útgávuni Den Nye By.
Á adressuni www.tdcmusik.dk ber til at keypa eitt talgilt eintak av fløguni. Hon kostar 88 krónur.
- Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein Grand Prix bólkur hevur eina nýggja útgávu klára sama kvøld, sum Grand Prixið er, sigur Jens Ove Friis, stjóri í RecArt, sum gevur fløguna út.
- Vit vænta okkum sera nógv av The Dreams. Eg rokni við, at teir fáa eitt brakandi gjøgnumbrot í Danmark, og tað er líkamikið, um teir vinna Grand Prixið ella ikki, sigur hann.










