Kevin De Bruyne setti met eftir 94 sekundum

Champions League: Ongantíð hevur eitt lið skorað so tíðliga í eini hálvfinalu

Mynd: (Scanpix) Kevin De Bruyne hevur skorað til 1-0

Tað er dagurin eftir eina av hendingaríkastu fyrru hálvfinalunum í søguni í Champions League. Manchester City vann 4-3 á Real Madrid, men úrslitið kennist sum eitt tap fyri Pep Guardiola og hansara menn, meðan gestirnir úr Madrid fingu ein lívlinju við brotssparki móti endanum av dystinum.

 

Tað er ikki ókent, at liðið ansa væl eftir í fyrru hálvfinaluni og tað verður taktiskt. Soleiðis var ikki í gjár, tí longu eftir 94 sekund stútaði Kevin De Bruyne Manchester City á odda. Hetta er skjótasta málið, sum er skotið í eini hálvfinalu í Champions League.

 

Tað er breið semja millum viðmerkjarar og miðlarnar, at Manchester City skuldi havt vunnið við fleiri málum. Serliga venjarin, Pep Guardiola, var í øðini undir dystinum, tá eitt nú Riyad Mahrez skjeyt sjálvur, heldur enn at spæla upp á tvørs við støðuni 2-0.

 

Eftir 11 minuttir skoraði Gabriel Jesus til 2-0, og hesa løtuna kundi heimaliðið økt, men tað endaði við einum máli frá stórspælandi Karim Benzema eftir innlegg. Hann hevur verið lyklaspælarin hjá Real Madrid í ár við 41 málum í 41 dystum.

 

Í seinna hálvleiki økti Phil Foden til 3-1, eftir at hava brent ein risa møguleika stutt frammanundan. Nú sá svart út hjá Real Madrid, men Vinicius Junior vendi uppgerðini við einum sonnum einmansavrikið, tá hann minkaði niður í 3-2 tveir minuttir seinni.

 

Bernardo Silva tóktist seta punktum við skotið upp í málhornið til 4-2, men aftur fekk Real Madrid eina lívlinju. Hesa ferð upp á brotsspark, eftir at bólturin fór í hondina á einum verjuspælara hjá Manchester City. Karim Benzema gjørdi ikki mætari enn at lyfta bóltin mitt í málið til 4-3.

 

Manchester City vann dystin, men iðrar seg um ikki at hava vunnið við fleiri. Real Madrid tapti dystin, men fegnast um at klára at halda lív í uppgerðini. Seinna hálvfinalan verður mikukvøldið um eina viku. Í kvøld spæla Liverpool og Villarreal.

 

Mynd: (Scanpix) Kevin De Bruyne hevur skorað til 1-0