Amerikanska landbúnaðarmálaráðið og djóralæknamyndugleikarnir í statinum Iowa kunngjørdu í gjár, at teir hava staðfest, at ein ketta er vorðin smittað við H1N1. Sagt verður, at tey, sum eiga kettuna, hava drigist við krímsjúkuna í seinastuni, og tí eru tað helst tey, sum hava smittað ta 13 ára gomlu kettuna.
Amerikanskir læknar hava annars sagt, at tað er ikki sannlíkt, at H1N1 smittar frá fólki til djór ella øvugt, men tilburðurin við kettuni í Iowa tykist benda á, at hendan uppfatanin má endurskoðast, skrivar AP.