Danski nevaleikarin, Mikkel Kessler hevur akkurát vunnið ein sera sannførandi sigur á fransmanninum, Mehdi Bouadla. Dysturin kundi vera 12 umfør, men longu tíðliga í 6. umfari var fransmaðurin liðugur.
Tá hevði hann longu verið í gólvinum tríggjar ferðir og dómarin gjørdi av at steðga dystinum, tá ið hann fór fjórðu ferð í gólvið.
Tað var ongantíð nakar ivi um sigurin, tí danski nevaleikarin koyrdi á frá fyrsta sekundi og sløgini heglaðu niður yvir fransmannin, sum kortini var treiskur og gavst ikki fyrrenn dómarin steðgaði honum.
Hetta er fyrsti ósigurin hjá fransmanninum upp á knock out.
Áður hevur hann verið 25 ferðir í dysti og hann hevði vunnið teir 22 dystirnar.
Samstundis er hetta fyrsti dysturin hjá Mikkel Kessler í 14 mánaðir, hann hevur havt ein steðg tí hann hevur havt skaða í eyganum.