Kessler fekk bank

Tað var ikki tað stóra, sum danski Mikkel Kessler fek gjørt, tá hann leygarkvøldið boksaði móti Andre Ward.
Ward var greitt við yvirlutan gjøgnum allan dystin, og í næst seinasta umfarinum metti dómarin, at Kessler hevði fingið nóg mikið, og varð dysturin tí steðgaður.
Tá søgdu dómarastemmurnarn 98-92, 98-92 og 97-93 til amerikumannin, sum við sínum kvikleika alla tíðina hevði Kessler í stórum trupulleikum.
Talan var um fyrsta tapið hjá Kessler í Super Six-kappingini, men enn er hann ikki heilt uttan møguleika. Næsti dysturin hjá Kessler í Super Six verður móti Carl Froch.