Kerr er spentur

Foreldruni hjá landsliðsvenjaranum er bæði ættaði úr Norður-Írlandi, og sum smádrongur var Kerr nógv í landinum. Fleiri av hanara systkinabørnunum búgva eisini í Norður-Írlandi. Tí verður talan um serstakan dyst hjá honum í morgin.

 

- Eg havi glett meg til dystin síðan lutakastið. Eg ynski mær fremst av øllum at spæla móti Írlandi, men Norður-Írland var næstfremst á ynskilistanum, segði Brian Kerr á tíðindafundi seinnapartin.

 

Hann legði dent á, at løtur í dystinum móti Slovenia fríggjakvøldið vóru nøktandi, men sum heild var avrikið ikki nóg gott, eins og tað ikki var í Italia í september.

 

- Vit eru til reiðar at reisa okkum aftur, segði landsliðsvenjarin.

 

Dysturin millum Føroyar og Norður-Írland er á Svangaskarði í morgin. Dysturin byrjar klokkan 16.00.