Kent uppboðssøluhús vitjar í Føroyum

Hósdagin vitja Bruun Rasmussen Kunstauktioner í Føroyum. Ørindini eru at seta prís á list, antikvitetir, desing, smúkkur, silvur, frímerki og myntir við meira.

Hósdagin vitja Bruun Rasmussen Kunstauktioner í Føroyum. Ørindini eru at seta prís á list, antikvitetir, desing, smúkkur, silvur, frímerki og myntir við meira.

 

– Á metingaredegnum bjóða vit ókeypis og óforpliktandi metingar av lutum, tú hevur við tær og taka ímóti lutum til okkara uppboðssølu, sigur Eva Helsted frá Bruun Rasmussen Kunstautioner.

 

Sambært henni er tiltakið ein serligum møguleiki fyri at fáa tína lutir mettar av teirra serfrøðingum.

 

– og hvør veit, kanska goymir júst tú skattin, sum kann geva tær fitt av peningi á uppboðssølu! Er lutin ov stórur, so tak myndir á mál við.

 

Hjá Bruun Rasmussen siga tey, at tey fylgja tíðini og vita, hvørjir lutir eru áhugaverdir millum keyparar á uppboðssølumarknaðinum.

 

– Júst nú síggja vit góð boð upp á eldri list og antikvitetir, sum modernaða list og design, eins og silvur, smúkkur og armbandsur. Hartil síggja vit eisini stóra framgongd á marknaðinum fyri bæði russiskari og kinesiskari list og listhandverki, og vit merkja vaksandi virksemi av sølu av savnaralutum sum víni, bókum, frímerkjum og mytum.

 

Tiltakið hjá Bruun Rasmussen í Føroyum verður hósdagin millum klokkan 16 og 19 á Hotel Føroyum í Havn.

 

Umframt metingartiltakið á Hotel Føroyum, so bjóða tey hjá Bruun Rasmussen eisini metingarvitjan í heimi tínum.

 

– Hevur tú onkra størri samling ella sera virðismiklar lutir, so er møguligt at gera eina avtalu frammanundan um eina metingarvitjan í heimi tínum, siga tey.

 

Lýsing í Sosialin sæst VIÐ AT TRÝSTA HER