Kent kór heldur 10 ára føðingardag

Á páskum verður listahøllin í Skipasmiðjuni í Havn og Kirkjan í Fuglafirði karmur um 10 ára hátíðarskonsertir hjá kenda kórinum, Tarira.

Konsertin á Skipasmiðjuni verður Langa fríggjadag klokkan 16 og konsertin í Fuglafjarðar Kirkju verður leygardagin 7. apríl klokkan 16.

Síðani eldhugaðir og royndir kórsangarar tóku seg saman at stovna kórið Tarira fyri 10 árum síðani, hava avbjóðingarnar verið nógvar, heilt av hægstu tindum í Tibet til roykstovuna í Kirkjubø.

Tarira er kent fyri at vera eitt kór á høgum, tónlistarligum stigi og á føðingardagsskonsertunum eru eisini gamlir kórlimir bodnir við og sostatt verður tað eitt rættiliga stórt kór, sum fer at syngja nøkur av yndisverkunum hjá kórinum.

Á konsertunum er eitt spildurnýtt verk á skránni. Tað er verkið "Við tína vøggu", ið Sunleif Rasmussen skrivaði til yrking hjá Karsteni Hoydal, sum fyri kortum hevði fyllt hundrað ár.

Sunleif Rasmussen hevur verið kórleiðari í Tarira frá fyrsta degi.

Í sambandi við føðingardagsárið ætlar kórið sær á konsertferð uttanlands, umframt at tey fara í holtur við nýggja fløgu í næstum.