Tann størsta vápnaverksmiðjan í Russlandi, Izhmash, er komin í so stórar fíggjarligar trupulleikar, at vandi er fyri gjaldtroti og húsagangi. Verksmiðjan er millum annað kend fyri maskinbyrsurnar av slangum Kalashnikov, sum er heimsins mest selda maskinbyrsa, og sum hevur verið brúkt í næstan hvørjum einasta vápnaða stríði, sum hevur verið síðani seinna heimsbardaga.
Í fleiri ár vóru tað fleiri verksmiðjur, sum gjørdu Kalashnikov-maskinbyrsurnar, men síðani 1999 hevur Izhmash havt einkarrætt til at gera byrsuna.










