Sangarin og friðarmaðurin Bono harmast um, at hann verður misbrúktur í valstríðnum upp undir tað komandi tjóðartingsvalið í Italia.
Í einum bóklingi, sum flokkurin hjá Silvio Berlusconi, forsætisráðharra fer at senda í hvørt hús í næstum, skrivar Berlusconi, at Bono hevur takkað sær fyri ta hjálp, sum Italia hevur veitt teimum fátæku londunum.
-Fyri meg er tað als eingin æra at fáa pláss í hansara valstríði, og harafturat kenni eg meg misbrúktan, sigur Bono við italska blaðið Corriera della Sera. Sambært Bono hevur Berlusconi heldur ikki so nógv at rósa sær av, tá tað snýr seg um at hjálpa teimum fátæku londunum.
-Síðani Berlusconi gjørdist forsætisráðharri, er italski stuðulin til tey fátæku londini minkaður, so nú er landið niðast av teimum 22 londunum, sum geva mest eftir fólkatalinum, sigur Bono við Corriera della Sera.