Kennir Johan Petersen ikki søguna?

   

Bill Justinussen
løgtingsmaður
?????????????
Johan Petersen leggur Miðflokkin undir at hava minkað blokkin. Tað er ósatt! Miðflokkurin sat ikki í samgonguni frá 1998 til 2002, tá blokkniðurskurðurin varð samtyktur og var ímóti hesum niðurskurði. Tá Miðflokkurin kom upp í samgonguna 6. juni 2002 var tað við teirri treyt niðurfeldari í samgonguskjal-inum, at blokkurin ikki skuldi minka meira í tí samgongutíðarskeiðinum. So einfalt er tað, og nú veit Johan Petersen tað eisini.

Annars!
Annars skilji eg ikki, at blokkniðurskurðurin einsamallur skal fáa skyldina, hvørja ferð tað sansar at í landskassanum. Fyri fáum árum síðani vísti landskassaroknskapurin eitt yvirskot upp á næstan 700 mió. kr. Í ár verður hallið einar 300 mió. kr. Altso ein munur upp á íalt umleið 1 milliard. Blokkniðurskurðurin var 367 mió. kr. Hinar 660 mió. hava so onki við blokkniðurskurðin at gera, men kunnu heldur kallast náttúrlig (ella ónáttúrlig?) sveiggj í búskapinum uttan mun til heildarveitingina frá dønum. Nei tit sambandsmenn. Tykkara politikkur snýr seg um at greiða føroyingum frá ovurstóra týdninginum av donskum pengum í Føroyum, men tað er bert ein minkandi partur av veruleikanum, tíbetur.