- Eg kann als ikki fyrihalda meg til atfinningarnar frá formanninum í Starvsmannafelagnum, tí eg kenni einki til tær.
Hetta sigur sorinskrivarin og komandi umboðsmaðurin hjá løgtinginum.
- Eg kenni tað sum eina generella útspilling av mær, og tað sum harmar meg mest er, at tað rakar mítt núverandi starv sum dómari, sigur Jógvan Andreasen.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum hevur funnist at valinum av Jógvani Andreasen sum Løgtingsins Umboðsmanni, tí felagið sigur seg ikki hava fult álit á honum.
- Eg veit meg ikki hava gjørt nakran órætt móti fakfeløgunum, og tí haldi eg, at Gunnleivur Dalsgarð skal koma við onkrum dømum fyri tí, sum hann hevur at finnast at. Annars kann eg als ikki fyrihalda meg til atfinningarnar, sigur sorinskrivarin.
Ov bíligt
Jógvan Andreasen vísir á, at tað ber til at kjakast um ein dóm, sum er sagdur, men so ber eisini til at fara víðari við málinum.
- Tað er ov bíligt av formanninum í Starvsmannafelagnum bara at sleingja um seg við leysum pástandum um, at eg skal hava gjørt reglur á danska arbeiðsmarknaðinum til rættarsiðvenju í Føroyum. Eg haldi, at hann skuldi komi við onkrum ítøkiligum dømi um hetta, sigur Jógvan Andreasen.
Fakfeløg hava eisini funnist at, at ein 67 ára gamal maður er settur í starvi sum Løgtingsins Umboðsmaður.
- Fyrst er at siga, at eg havi ikki søkt starvið, men havi fingið tað boðið. Og eitt tað fyrsta eg sjálvur hugsaði var, at eg var komin so langt upp í árini, at eg var farin at hugsa um at leggja frá mær sum dómari. Men eg havi so avgjørt, at eg vil taka av avbjóðingini sum umboðsmaður hjá løgtinginum, sigur Jógvan Andreasen