Í ár eru liðin 25 ár síðani Klaus Rasmussen sum nýútbúgvin cand.polit kom til Føroya. Hannn fekk starv hjá Carl Wilhelm Weihe sum grannskoðari, og nú hann leggur frá sær, er tað sum stjóri og eigari av meginpartinum av fyritøkuni.
Men hvussu bar tað til, at hann kom til Føroya av fyrstan tíð?
- Tað komst av tí, at eg hitti eina føroyska gentu í 1979, Ann Mari Olsen. Tá eg so var liðugur við útbúgvingina, gjørdu vit av at flyta til Føroya, sigur Klaus Rasmussen.
Tey vóru samd um, at skuldu tey royna at búgva í Føroyum, skuldi tað vera beinanvegin, sum Klaus varð útbúgvin, og tað royndu tey so. Men áðrenn tey komu til landið vildi Klaus tó tryggja sær eitt starv, so hann fekk nøvnini á fleiri fyritøkum, og hann mundi senda eini 40 umsóknir, metti hann.
- Men tað var bara ein fyritøka, sum hevði brúk fyri mær, og tað var Carl Wilhelm Weihe. So har endaði eg, sigur fráfarandi stjórin.
Upprunaliga ætlanin var bert at vera í Føroyum í eini tvey ár at byrja við, men tey trivust so mikið væl, at tey eru her framvegis. Serliga var tað Klaus, sum fall væl til, tí hann íðkaði fótbólt, og fekk tí beinanvegin vinir í B36. Eisini á arbeiðinum kom hann í samband vi ðnógv fólk.
Hjá Ann Mari var støðan eitt lítið sindur øðrvísi, tí eftir átta árum í Danmark vóru gomlu vinirnir spjaddir fyri vág og vind, og høvdu í fleiri førum stovnað egna familju, og tá hon samstundis var heimagangandi, var tað hon – hóast hon er føroyingur og familjan var her – sum treivst verri.
Og soleiðis hevur tað í grundini verið øll árini. Klaus hevur dámað betri í Føroyum enn Ann Mari, og tá nakar hevur tosað um at flyta til Danmarkar, hevur tað verið hon.
Niður- og uppgangstíðir
Carl Wilhelm Weihe stovnaði sína fyritøku í 1968, og hevði tí virkað í 14 ár, tá Klaus Rasmussen byrjaði har. Hann treivst ógvuliga væl í starvinum, men av tí at hann var útbúgvin sum cand.polit, samfelagsbúskaparfrøðingur, og skuldi hann gera sær vónir um at koma víðari innan grannskoðan, mátti hann útbúgva seg innan økið.
So 5-6 ár eftir at hann byrjaði, fór hann at lesa til statsautoriseraðan grannskoðara samstundis, sum hann passaði sítt dagliga starv. Júst um hetta mundi byrjaði stóra bankakreppan, sum menti seg til eina samfelagskreppu av teimum stóru.
Og árið eftir, at kreppan toppaði í 1992, varð Klaus Rasmussen útbúgvin sum statsautoriseraur grannskoðari. Hann gjørdist samstundis partnari og stjóri á sama føti sum Carl Wilhelm, og í hesum sambandi skifti fyritøkan eisini navn til Rasmussen & Weihe.
- Hetta vóru niðurgangstíðir, og tað merktu vit eisini við minkandi umsetningi. Men hetta megnaðu vit væl at koma ígjøgnum, tí virkið hevur altíð verið ein væl stovnsfest fyritøka, so tað merktist ikki so ógvusligt fyri okkara viðkomandi, sigur Klaus Rasmussen.
Síðani hevur Rasmussen & Weihe vaksið seg til tað, fyritøkan er í dag við 28 starvsfólkum. Og nú er eisini nýútbúgvin statsautoriseraður grannskoðari í fyritøkuni, nevniliga Hans Laksá, so nú kendi Klaus, at hann stóð fríari at søkja nýggjar avbjóðingar.
Og eftir at hava hugsað seg um í drúgva tíð gjørdi hann av, at fara at royna nakað nýtt.
Starvsfelagar yvirtaka
- Tað hevur alla tíðina verið meiningin, at tá Hans Laksá bleiv útbúgvin statsautoriseraður grannskoðari, skuldi eg taka meg aftur. Men eg havi ta áskoðan, at har sum eg eri, skal eg vera fult og heilt, og tí er tað ikki meiri enn rímiligt, at tá eg nú farið frá fyritøkuni, skal tað eisini verða fult og heilt. Og tað er tí eg havi gjørt av at selja mín part av fyritøkuni til starvsfólkið, sigur Klaus Rasmussen.
Hann átti á leið tveir triðingar av Rasmussen & Weihe, sum altso nú er seldur til starvsfólkið. Og tey ætla, sambært komandi stjóranum, Hans Laksá, at reka fyritøkuna víðari eftir sama leisti sum higartil. Somuleiðis er ætlanin at varðveita sama navnið sum higartil – í hvussu er í fyrsta umfari.
Men tá Klaus Rasmussen so bleiv spurdur, um hann vildi halda fram sum nevndarformaður, játtaði hann hesum. So mann kann siga, at hann kortini ikki kvettur á stokkinum heilt.
Tíðin er tó komin til, at Klaus vildi royna nakað nýtt.
- Tað verður sagt, at tú fær ikki eitt nýtt starv eftir at tú ert fyltur 50, og tað geri eg næstu ferð, so skuldi tað verða, skuldi tað verða nú, sigur fráfarandi stjórin.
Men júst hvat nýggja avbjóðingin verður, liggur ikki fast enn. Familjan hevur tó gjørt av, hvar í Danmark tey skulu búgva.
- Vit hava keypt íbúð á Amager, tí vit máttu jú finna ein skúla til yngstu dóttrina, sum fer í sjeynda flokk eftir summarfrítíðina. Men hvussu framtíðin annars verður, havi eg onga støðu tikið til. Fyribils arbeiði eg her til 1. juli, og so fer fyritøkan í summarfrí, og tað fari eg eisini. Tá hon er av, taki eg støðu til, hvat síðani skal henda, sigur Klaus Rasmussen, sum kortini viðgongur, at hann hevur størv í boði í Danmark.
Brenna ongar brýr
Tá vit spyrja Klaus, um hann nú fer at royna okkurt nýtt, fyri síðani eftir nøkrum árum at venda aftur til sítt gamla starv sigur hann, at tað er ikki ætlanin.
- Eg ætli mær at royna okkurt nýtt, punktum!, sigur hann.
Men hann sigur samstundis, at tey ikki ætla sær at selja húsini, tey skulu verða verandi, um ikki annað so sum summarhús.
- Vit koma aftur til Føroya at ferðast, eingin ivi um tað. So tað verður á ongan hátt talan um at brenna nakrar brýr, nú vit flyta til Danmarkar at búgva, sigur Klaus Rasmussen.
Tíðin at flyta er annars hin allarbesta fyri familjuna. Elsti sonurin, Rasmus, hevur búð nøkur ár í Danmark, Kristina verður liðug við student nú, og ætlar sær kortini niður at lesa. Næstyngsti drongurin hevur tikið 10. flokk á einum eftirskúla á Fjóni, og hevur tískil verið niðri í eitt ár, og hin yngsta skal í 7. flokk eftir summarfrítíðina. Og hon gleðir seg at sleppa til Danmarkar at búgva.
Eisini Klaus sjálvur gleðir seg til ein nýggja gerandisdag.
- Sum grannskoðari livir og arbeiðir tú eftir einum kalendara. Alt er lagt í fastar karmar. Tú ert á sín vís sum bundin í tjóðri. Tú hevur títt starv, og tú hevur tína tagnarskyldu; og tað er ikki alt, tú kans tilláta tær at gera, um fólk skulu taka teg í álvara, sigur hann.
Men Klaus Rasmussen hevur eisini í sínum starvi sum grannskoðari verði nýttur í nógvum øðrum høpum, eisini hjá tí almenna í ymsum arbeiðsbólkum. Seinast sum limur í strategibólkinum fyri samfelagsbygnað í sambandi við Visjón 2015. Eisini hevur hann verið limur í Oljuráðleggingarnevndini hjá Oljufyrisitingini í Landsstýrinum.
Eisini í vanliga arbeiðinum við kundunum hevur verið nógv ráðgeving, og tað heldur Klaus Rasmussen hevur verið ógvuliga spennandi at fingist við. Tað hevur verið tíðarkrevjandi og til tíðir eisini stressandi, men fram um alt spennandi.
Glaður fyri Føroyar
Hvussu hava so hesi 25 árini í Føroyum sum grannskoðari verið?
- Tað hevur verið strævið við longum døgum, men tað hevur fram um alt verið áhugavert. Nógvu arbeiðstímarnir hava gjørt, at eg ikki altíð havi havt líka nógva tíð við familjuni, sum eg kundi ynskt, men hinvegin hevur stuðulin heimanífrá altíð verið ógvuliga stórur, sigur Klaus Rasmussen.
Men ikki bara í arbeiðinum hevur hann trivist væl. Eisini tað fakta, at hann hevur livað hesi 25 árini í Føroyum, er hann fegin um.
- Tá eg havi havt við danskar kundar at gera, ella eg havi verið í Danmark, antin í arbeiðsørindum ella til onnur høvi, so má eg siga, at eg eri glaður um, at eg havi havt mína tilveru í Føroyum. Tað er ein annar máti at liva uppá, sigur Klaus Rasmussen.
Hann hevur, sum so mangir aðrir danir, ið hava búð drúgv áramál í Føroyum, valt ikki at tosa føroyskt. Ikki alment, í hvussu er. Vit spyrja, um orsøkin er, at føroyingar á mangan hátt eru so primitivir, at teir hava hug at gera gjøldur burtur úr fólki, ið royna at tosa føroyskt?
- Ja, nú nevndi tú sjálvur orðið primitivir. Men eg veit ikki. Eg hoyri mangar danar tosa føroyskt, har eg haldi, tað hevði verið frægari um teir tosaðu danskt. So eg vil heldur tosa eitt rímiliga gott danskt, sum øll skilja, enn føroyskt, sum kanska ikki øll skilja. So eg haldi meg til at tosa føroyskt heima við hús við konu og børn, sigur Klaus Rasmussen.
Men árini í Føroyum hava eftir øllum at døma havt sína ávirkan á máli hjá Klaus, tí tað hendir seg meiri enn so, at danir spyrja, hvar hann kemur frá. Okkurt dømi er enntá um, at tey hava ferðast í Danmark, og tá tey so – spurd – svara, at tey koma úr Føroyum, fáa tey ofta kompliment fyri at tosa væl danskt.
- Serliga eg, og so takki eg bara fyri, sigur Klaus við einum brosi á varrunum.
Føroyingur meiri enn dani
Tá Klaus kom til Føroya, byrjaði hann sum omanfyri nevnt at spæla fótbólt í B36, og kom harvið í samband við hópin av fólki. Klaus var eisini ein sera dugnaligur fótbóltsspælari, so dugnaligur, at hann varð roknaður millum allarbestu leikararnar í føroyskum fótbólti fyrst í 80-árunum. Men tað fæst hann ikki við longur.
- Nei, tað tola knøini ikki. Men eg renni maraton í staðin. Tað er bara beint fram – og so sleppur tú undan taklingunum, sigur Klaus Rasmussen.
So sjálvt um hann og konan í ein ávísan mun íðka dans, serliga latínamerikanskan dans, so er tað renningin, ið hugar honum best.
- Dansur er frálíkur, tí tað er nakað, sum eg og konan kunnu íðka saman, og tað gevur ótrúliga góða motión. Men maraton er tað, mær dámar best. Eg havi luttikið í fleiri kappingum áður, og nú fari eg til New York Marathon, sigur Klaus.
Hann hevur luttikið í trimum kappingum í Keypmannahavn, einari á Norðursælandi og trimum í Berlin. Kendastu kappingarnar eru umframt Berlin og New York eisini London maraton’ið. Og nú stendur sum sagt New York fyri stavn.
Hetta hevur ligið leingi í kortunum, og tá tað varð greitt, at Klaus ætlaði sær vestur um hav, vildi Nicolaj eisini við at luttaka. Og tað var í lagi, pápin skuldi rinda fyri ferðina, um Nicolaj byrjaði at venja.
- Og hann byrjaði longu í fjør, so hann var við til maraton’ið í Berlin. Tað var ein ógvuliga stór uppliving fyri hann, tí har stendur umleið ein millión fólk framvið rutuni og eggjar rennarunum, sum eru einir 40.000 í tali, sigur Klaus.
Og so kom brennandi spurningurin: Kennir tú teg sum føroying ella sum dana?
- Eg haldi eg má siga, at eg kenni meg meiri sum føroying. Eitt syskinabarn hjá Nicolaj var við í Berlin, og hann verður eisini við í New York. Hann fann uppá, at vit skulu renna í okkara tjóðardrakt við Dannebrog á, tí fólk eggja altíð mest teimum, ið renna í sínum tjóðarmerki. Tað helt eg at byrja við var fínt, men meiri eg hugsaði um tað, meiri sannførdur gjørdist eg um, at eg kundi ikki renna við Dannebrog sum mínum tjóðarmerki. So nú má eg í býin at keypa mær troyggju í føroysku litunum, sigur Klaus Rasmussen at enda í samrøðu við Sosialin.
FAKTA
um Klaus Rasmussen
Føddur: 23. september 1957
Útbúgving: cand.polit (samfelagsbúskaparfrøðingur) 1982, statsautoriseraður grannskoðari 1993
Starv: Grannskoðari síðani 1982, stjóri í Rasmussen & Weihe síðani 1993
Giftur: Ann Mari Rasmussen, fyrr Olsen
Børn: Rasmus 26 ár
Kristina 19 ár
Nicolaj 17 ár
Sarah 12 ár