Kennedy-morðið framvegis ein gáta

Í gjár vóru 42 ár, síðani amerikanski forsetin John F. Kennedy varð myrdur, og morðið er framvegis ein gáta

John F. Kennedy var yvirhøvur væl umtóktur, áðrenn hann bleiv skotin í Dallas tann 22. november í 1963, men síðani morðið hevur hann havt støðu sum ein hetja í søguni.

Enn tann dag í dag verður morðið roknað sum ein gáta. Hvør myrdi forsetan? Var tað mafian, útlagnir kubanar í USA, Fidel Castro, FBI, CIA ella kanska russararnir? Enn hevur eingin kunnað prógvað annað, enn at tað var Lee Harwey Oswald, sum var drápsmaðurin, og at hann var einsamallur um morðið.

Hóast skjøl í hundraðtúsundatali eru løgd fram, og hóast eitt ótal av granskarum hava lagt høvdið í blot hevur eingin kunnað prógvað, at talan var um eina samansvørjing, sum tey flestu tó kenna seg sannførd um.

-So vítt eg veit eru eingi framstig hend í kanningunum øll hesi árini. Morðið er ein hugvekjandi gáta, og okkum tørvar at finna svarið, sigur Nicola Longford við AP. Hon er stjóri á savninum Dealey Plaza, sum stendur á staðnum, har Kennedy varð myrdur.