Kenna seg minni vælkomin heim

Landsstýrið og løgtingið fáa føroysk lesandi uttanlands at kenna seg minni vælkomi heim, nú ferðastuðulin skal lækkast.

Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) finnist harðliga at myndugleikunum fyri at gera fíggjarligu umstøðurnar hjá lesandi verri í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011.

Eitt nú verður ferðastuðulin, sum lesandi uttanlands fáa, skerdur við túsund krónum.

- Heldur enn at síggja álvaran í, at bara ein út av fýra lesandi við vissu ætlar aftur til Føroyar, ætla landsstýri og løgting at fáa lesandi til at kenna seg minni vælkomin í Føroyum, sigur MFS í eini fráboðan um vikuskiftið.

- Lesandi í øllum londum fáa 1.000 kr,- minni í ferðastudningi av teirri orsøk, at ?tað ber til? hjá lesandi í Danmark at fáa ferðaseðlar, ið eru bíligari enn núverandi stuðulin. Myndugleikarnir siga einki um, hvussu tað er hjá fólki uttanfyri Danmark, har ferðaseðlarnir kosta mundandi meira, ella hvussu tað er við teimum, sum ikki megna at fáa teir heilt bíligu ferðaseðlarnar, sigur MFS.