Í kvøld hevur Pochettino fingið sekkin sum venjari í Tottenham, har hann annars hevur verið venjari í góð fimm ár.
Tey bráðtíndini bera enskir miðlar í kvøld.
Tottenham kom í Champions League finaluna í fjør, men taptu greitt fyri Liverpool, men á vegnum vunnu teir minningarríkar dystir á Manchester City og Ajax.
Men higartil í ár hevur kappingarárið verið eitt risa vónbrot, og teir eru bara nummar 14 í ensku kappingini.
Oddamaðurin í Totenham, Daniela Levy, sigur í eini fráboðan, at tað er ikki við góðum huga, at teir hava sagt Pochettino upp - og hann leggur afturat, at avgerðin er heldur ikki tikin í skundi, tvørtur ímóti er hon væl umhugsað.
Men hann heldur, at tað tænir felagnum best at fáa ein nýggjan venjara. Hjálparvenjarin, Jesus Perez og tveir aðrir venjarar Miguel d'Agostino og Antoni Jimenez, eru eisini farnir úr Tottenham úr kvøld.
Tottenham sigur, at tá ið tíðin er búgvin fara teir at kunngera, hvør verður nýggjur venjari hjá felagnum.










