Ein nýggjur kapitul er í dag byrjaður hjá Gilla Rólantssyni og liðfeløgunum í Brann Bergen í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Ein í Noregi sera kendur venjari, 54 ára gamli Kåre Ingebrigtsen sum áður hevur vunnið trý meistaraheiti og tvær steypakappingar við Rosenborg er nýggjur høvuðsvenjari hjá Brann Bergen.
Hesum boðaði Brann Bergen frá fyrr í dag.
Seinasta liðið Kåre Ingebrigtsen vandi var kýpriotiska liðið, Apoel Nicosia. Kåre Ingebrigtsen hevur eisini vant Oostende í Belgia.
Í 2017 var Kåre Ingebrigtsen valdur til ársins venjara í Noregi.
Sum spælari spældi Kåre Ingebrigtsen fleiri ár við Rosenborg. Hann spældi eisini við Lillestrøm, og hann royndi seg við Manchester City, har hann spældi 15 dystir.
Sum spælari gjørdist Kåre Ingebrigtsen fýra ferðir norskur meistari og tríggjar ferðir steypavinnari við Rosenborg.
Í Brann Bergen vænta tey, at Kåre Ingebrigtsen sum stendur fyri einum offensivum spælistíli er júst tann rætti høvuðsvenjarin hjá felagnum.
Gilli Rólantsson hevur verið útifrystur seinastu dystirnar, tí hann saman við øðrum spælarum hjá Brann Bergen hevði skrivað undir eina áheitan um at siga Lars Arne Nilsen úr starvi. Farna mánadag var Lars Arne Nilsen so sagdur úr venjarastarvinum.