Ein tann kendasti skemtarin í Danmark hesi seinastu árini, Anders Matthesen, eisini kallaður, Anden, kemur nú til Føroya at undirhalda - og hann plagar ikki at leggja fingrarnar ímillum, tá ið hann er á palli
Hann er á rundferð ymsastaðni og í hesum sambandi leggur hann eisini leiðina fram við her hjá okkum, har hann fer at undirhalda, og tað verður í hansara eyðkenda stíli, har hann, og ein mikrofon, eru einsamøll á palli.
Tað, hann fer at føra fram í Føroyum, hevur hann ikki brúkt áður alt tað fer hann at framføra í Norðurlandahúsinum tann 1. apríl