Í gjár var móttøka á Klaksvíkar Sjómansskúla í sambandi við, at kendi kokkurin og lærarin, Jákup Ziskason, legði frá sær sum lærari á skúlanum Har var ein hópur av fólki, sum nýtti høvi at heilsa uppá Jákup og takka honum fyri gott arbeiði og annars ynskja honum eina góðan framtíð.
Hann hevur verið lærari á Kokkaskúlanum í Klaksvík í tveimum skiftum.
Hann byrjaði fyrstu ferð í 1972 og helt so fram í 13 ár. Síðani tók hann við aftur í 1994, og gevst nú tann 1. november.
Á móttøkuni varð tosað um, hvussu nógv og ymisk tiltøk í kokkayrkinum Jákup Ziskason hevur skipað fyri og sett á stovn.
Kokkaskúlin hevur verið partur av Klaksvíkar Sjómansskúla til 1. august í ár, tá ið hann varð lagdur undir Tekniska Skúla í Klaksvík ? Heitið eftir útbúgvingina er nú marvøruástøðingur. Í løtuni ganga 28 næmingar til hesa útbúgving og teir eru býttir sundur í tveir flokkar. Næmingarnir halda til á Klaksvíkar Sjómansskúla og eru bert fríggjadag á Tekniska Skúla.
Í frítíðini hevur Jákup Ziskason nógv frítíðarítriv, eitt nú seyð, at standa á skí og fótbólt, at ganga uppí.
Myndirnar tók Dávur Winther.










