John William Joensen í Klaksvík fyllir 50 ár í dag.
Hann er kendur sum blaðmaður á Norðlýsinum, fótbóltsspælari í KÍ og kjakari um politisk og samfelagslig viðurskifti.
John William vaks upp á Hædd í Klaksvík, og fótbóltur hevði stóran týdning fyri unglingin og unga mannin. John William var evnaríkur málmaður. Hann spældi 54 dystir fyri besta liðið hjá KÍ, umframt fleiri hundrað dystir fyri onnur lið hjá KÍ. Hann var við at vinna føroyameistaraheiti. Eftir at tíðin sum spælari var av, var John William í nógv ár virkin í KÍ sum nevndarlimur.
Kring landið kenna mong John William sum blaðmann á lokalblaðnum Norðlýsinum. Hann vaks upp á Norðlýsinum, so at siga, tí foreldrini eru Oliver og Elsa Joensen, sum í fleiri áratíggju áttu Norðlýsið. John William hevur verið sera virkin sum skribentur á Norðlýsinum, og hóast hann fyri nøkrum árum síðani fekk staðfest Parkinson sjúkuna og mátti broyta gerandisdagin, hevur hann hildið fram at skriva fyri blaðið.
John William hevur stundum verið við í politiskum og samfelagsligum kjaki, og hann var í fleiri ár formaður í Norðoya Sambandsfelag.
John William hevur verið partur av ymiskum felagsarbeiði. Síðani 2005 hevur hann verið við at skipa fyri Sjómannadegnum í Klaksvík, og seinnu árini hevur hann verið nevndarlimur í Parkinsonfelagnum.
John William er giftur Joan, og tey eiga fýra børn. Tey búgva á Vágsheygnum í Klaksvík.