Tað hevur verið eitt ávíst eftirspæl, eftir at Mike Dean um vikuskiftið gav Tomas Soucek hjá West Ham reytt kort. Dómarin í dystinum hevur fingið deyðahóttanir og Fótbóltssambandið hevur tikið reyða kortið aftur.
Tað var í samband við eitt fríspark skuldi sendast innfyri, at Tomas Soucek – eftir øllum at døma – av óvart kom at raka Alexandar Mitrovic hjá Fulham við einum alboga. Áleyparin hjá Fulham legði seg niður og helt fyri andlitið, men endurtøkurnar tykjast vísa at Tomas Soucek hvørki ger tað við vilja, ella við nógvari megi. Eftir dystin var David Moyes í ónøgdur.
- Eg eri flóvur vegna tann, sum sat í VAR-vogninum, og eitt sindur flóvur vegna Mike Dean, sum má taka eina slíka støðu. Tað er greitt fyri øllum, at talan er um eitt hendiligt óhapp, sigur David Moyes við BBC.
Hann sigur víðari, at hann ynskir at dómarar skulu taka røttu avgerðirnar, men undrast á at nakar á VAR-støðini ikki sá, at talan var um eitt hendiligt óhapp.
- Tá alt kemur til alt, so snýr hetta seg um eina vánaliga avgerð av dómaranum og VAR. Hetta er órættvíst móti spælaranum hjá okkum, men eg eri vísur í, at tey finna nokk eina umbering fyri at rættvísgera útvísingina, sigur David Moyes.
Enska Fótbóltssambandið hevur nú tikið reyða kortið aftur. Hetta hóast dómarin, Mike Dean, sá hendingina á VAR-skerminum. Mike Dean hevur síðani fingið deyðshóttanir á sosialu miðlunum, og hevur biðið um at sleppa frá at døma til komandi umfar.











