27. og 28. apríl skipar Føroya Pro Vita fyri stórari ráðstevnu í Öström í Havn. Ráðstevnan er um mannavirði og avleiðingar av fosturtøku. Fyrilestrarhaldararnir eru væl útbúnir fyrilestrarhaldarar úr Danmark, Noregi og Stóra Bretlandi.
- Ráðstevnan verður hildin báðar dagarnar frá klokkan 10 til 15, við fyrilestrum og samrøðum um tey veruliga burturtagdu evnini í fosturtøkuspurninginum, nevniliga mannavirði (nær menniskja er eitt menniskja), og avleiðingar av fosturtøku, skriva fyriskipararnir.
Millum fyrilestrarhaldararnar er sonevndi abortpresturin, Ludvig Nessa úr Noregi. Hann er væl kendur sum mótstøðumaður móti fosturtøku og var víðagitin í Norðurlondum fyri sínar ógvusligu herðferðir móti fosturtøku. Tað endaði eisini við, at hann bleiv dømdur 50 daga fongsulsrevsing fyri mongu lógarbrotini, sum hann noktaði at rinda bøtur fyri.
Hinir fyrilestrarhaldararnir eru Peter Øhrstrøm, professari í Ålborg Universitet og fyrrverandi limur í etiska ráðnum í Danmark, Sølvi Marie Risøy, professari við lærda háskúlan í Sogn og Fjordane í Noregi, John Smeaton, stjóri í SPUC, sum var heimsin fyrsti felagsskapur fyri lív, stovnaður í 1967, Emmet Dooley, undirvísingarleiðari hjá SPUC og Clarie Bremner, terapeutur úr Onglandi.
Eftir fyrilestrarnar, verður báðar dagar samanumtøka og samrøður, har høvi verður at seta spurningar.