Kendu ikki vitjunartíðina

KÍ venjarin, Eyðun Klakstein, var ógvuliga vónbrotin eftir heimatapið ímóti B68

Sum 2. hálvleikur leið kendist møguleikin fyri at fáa mál og harvið at vinna at kámast í góða summarveðrinum.

-Vit kendu ikki okkara vitjunartíð. Okkara løgdu bragdliga fyri, og fyrsta korterið vóru vit fleiri ferðir framvið, men oftast vóru síðstu sendingarnar ikki nóg neyvar, og harvið vóru uppløgdu møguleikarnir fáir. Fleiri spælarar hava verið burturi frá venjing í fleiri vikur, og tað sást, hóast tað ikki skal vera nøkur umbering, tí ivaleyst er støðan tann sama í hinum feløgunum, sigur Eyðu Klakstein, sum rósar B68:

-Teir vóru ógvuliga tilvitaðir um, hvussu teir skuldu spæla. Fyrstu løtuna høvdu teir trupulleikar, men longu seinna partin av 1. hálvleiki høvdu teir fótað sær, og í síðsta enda var tað toppskjúttin á U19 landsliðnum og ikki á a-landsliðnum, sum átti avgerandi stútaran.

Tíggju minuttir undan steðginum noyddist Ovi Nysted at fara av vøllinum. Hann hevði fingið snudd í ryggin og varð lagdur inn á sjúkrahúsið í Klaksvík.