Sunnudagin er 25. Apríl, og sostatt er tað eisini flaggdagur. Tað plagar at verða hátíðarhildið kring landið og tað verður tað eisini hesa ferð.
Í Runavík verður flaggdagshald við Skótahúsið við Løkin, har skótar og ítróttarfeløg ganga skrúðgongu, og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, býður vælkomin og samstundis fer hann at seta mentanarvikuna, sum verður hesar næstu dagarnar. Síðani heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, flaggdagsrøðuna.
Aftaná verður ein drekkamuður í skótahúsinum, og høvi verður at spæla tombola og kondibingo, sum skótarnir skipa fyri.
Í fámjin er flaggdagshald ein fastur táttur í bygdarlívinum og tað er eisini í krikjuni í Fámjin, at tað fyrsta, føroyska flaggið, hongur
Flaggdagshald verður seinnapartin sunnudagin, klokkan 14.30 og har verður tað Kristin Michelsen, sum fer at halda flaggrøðuna og Tvøroyrar Hornorkestur fer at spæla. Aftan á flaggdagshaldið er ein drekkamunnur í bygdarhúsinum.
Hesi seinastu árini hevur tað verið vanligt, at fólk fara til gongu til Fámjins og soleiðis verður aftur í ár. Hvistan, sum felagið fyri frælsan ítrótt í Suðuroy skipar fyri gongutúri, har tey hittast í Bønhúsið í Ørðavík sunnumorgunin og klokkan 11 hava tey syngja tveir sálmar og fáa nøkur góð orð við sær á vegnum.
Tey, sum eru við, kunnu ganga, renna, súkkla, ella trilla ein barnavogn til Fámjins. Og tá ið tey eru komin til Fámjins, ber til hjá teimum at sleppa undir brúsu og at skifta.
Eisini gongufelagið í Havn kemur suður við Smyrli og so fara tey í flaggdagsgongu av Krambatanga, um Valdaskarð, til Fámjins.










