- Tað verður ein røð av kendum og góðum tónleikarum, sum fara at seta sín dám á ársins fyrsta bátafestival, sum verður á Toftum leygardagin. Sjálvandi verður eitt spennandi toftanavn, Jógvan Ingvard Band, eisini við,, og hann fer eisini at syngja fyri gestunum á bátafestivalinum.
Tað siga fyrireikararnir av bátafestivalinum, sum altíð hava syrgt fyri, at tónleikaparturin er góður.
- Men, í ár er gjørt uppaftur meira burtur úr. Eftir at festivalurin er settur, byrjar tónleikurin í tjaldinum klokkan 15, har fýra tónleikaframførslur verða. Bjarki Hansen leggur fyri við at syngja og eftir hann, fer Signar í Homrum á pallin við sínum fantastiska fangandi tónleiki.
Fyrireikararnir vísa á, at tónleikaskráin er óendaliga góð hesaferð.
- Klokkan 16.30 fara vit at hoyra Steintór Rasmussen saman við Pæturi við Keldu, og teir fara at framføra teirra deiligu tónar. Klokkan 18 trínur okkara lokali, Jógvan Ingvard við síni bólki, á pallin.
Lagt verður aftrat, at frá klokkan 19 leygarkvøldið verður tað Fuglafjarðar Harmonikufelag, sum altíð samlar nógv fólk við teirra Syngi Við-tónleiki og tiltaki. Tey fara at spæla meginpartin av tíðini, til dansurin við við Halluri Joensen verður á skrá seinni um kvøldið.
- Vælkomin á ársins fyrsta bátafestival á Toftum leygardagin hin 6. mai, siga fyrireikararnir, sum vænta nógv fólk til bygdar leygardagin.











