Kendir málskjúttar

Fyrrverandi føroyski landsliðsspælari ger nógv um seg í Lyngby

DANMARK 2. DEILD

Tað gongst væl hjá Christian Lamhauge Holst. Hann er í álopinum hjá Lyngby, sum spælir í triðju bestu donsku deildini. Í fjør helt Henrik Larsen, sum spælir oldboys fótbólt í Lyngby, har hann hevur sína dagligu gongd, at Christian var ein møguleiki á føroyska landsliðnum, og hann varð úttikin.
Í ár hevur Christian ikki verið á landsliðnum. Men hann hevur skorað nógv mál fyri Lyngby, og aftur í vikuskiftinum var hann í brennideplinum. Lyngby vann 4-1 á útivølli móti Holsterbro, og Christian Lamhauge Holst skoraði tvey mál.
Ein annar gamal kenningur í Føroyum skoraði eisini í 2. deild í Danmark.Karsten From, sum í fjør spældi bæði við HB og NSÍ, spælir nú við Kolding, og hann skoraði einsamalla málið, tá ið Kolding í vikuskiftinum hevði vitjan av Glostrup.