Kendir fjepparar manna fótbóltspanelið á Rás2 í dag

Bogi Simonsen, John Andersen, Rúni Klein Joensen og Eyðun Thorgeirsson fara at skjóta við skørpum í fótbóltspanelinum á Rás2

Áðrenn kappingarbyrjan hevði Rás2 eitt fjepparapanel við teimum fýra kendum fjepparum, og tað verður endurtikið nú kappingin er komin í helvt.

 

Klokkan 16.05 fara Bogi Simonsen (B36), John Andersen (NSÍ), Rúni Klein Joensen (Víkingur) og Eyðun Thorgeirsson at manna panelið, har teir ikki fara at spara uppá krútið, tá skjótast skal eftir hvørjum øðrum.

 

Tað ber til hjá lurtarunum at seta spurningar til fótbóltspanelið á sms-skipanini, sum hevur nummar 559999.

 

Aftaná tíðindasendingina klokkan 17 verður upptakt til landsdystin Kosovo-Føroyar, sum byrjar klokkan 19. Dysturin verður spældur í Frankfurt í Týsklandi, og Tróndur Arge fer at siga beinleiðis frá dystinum.

 

Til ber at lurta á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Til ber eisini at fylgja dystinum á in.fo.