Ólavsøkurøða
- Eg haldi, at ólavsøkurøðan var góð, og løgmaður nam við nógv ymiskt viðurskifti í samfelagnum. Røðan fevndi bæði um tað, sum er lagt aftur um og mál, sum liggja fyri framman. Røðan var breið og semjusøkjandi.
Formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, heldur ikki, at tað lýsti av røðuni, at løgtingsval stundar til.
- Løgmaður segði einki, sum kom óvart á meg og okkum í Sambandsflokkinum. Í so máta kom einki óvæntað fram í ljósmála – og at kalla einki, sum vit ikki vistu av frammanundan.
Valskipanin
Kaj Leo sigur, at tað einasta óvæntaða í røðuni var, at løgmaður skjeyt upp at hava eina fólkaatkvøðu um valskipanina, nú aftur verður tosað um at skipa Føroyar sum eitt valdømi.
- Hetta er heilt vist ein áhugaverdur tanki, sum eg taki undir við. Eg kundi hugsað mær, at ein slík fólkaatkvøða verður seinni í heyst. Hinvegin er tað ein spurningur, nær ein møgulig broytt valskipan verður sett í gildi.
Formaður Sambandsfloksins
vísir á, at seinastu tríggir formenninir, sum Sambandsflokkurin hevur havt síðan 1990, hava persónliga verið fyri, at Føroyar verða skipaðar sum eitt valdømi.
- Men hetta hevur ikki verið eitt floksmál. Kortini meti eg, at meiriluti er í Sambandsflokkinum fyri at skipa Føroyar sum eitt valdømi, sigur Kaj Leo Johannesen.
Ikki provokeraður
Hann heldur, at tað, sum løgmaður segði um ríkisrættarligu støðuna, var væl avvigað og – sum hann tekur til – slett ikki provokerandi fyri Sambandsflokkin.
- Eg haldi, at løgmaður nýtti tey røttu orðini, tá hann greiddi frá hesum viðurskiftum, sigur formaðurin.
Spurdur, um Sambandsflokkurin uttan trupulleikar kann liva við teimum yvirtøkum, sum framdar eru í hesum valskeiðnum, vísir hann á, at flokkurin altíð vil virka fyri tí, sum til eina og hvørja tíð tænir fólkinum best.
- Vit hava soleiðis ongar trupulleikar av framdu yvirtøkunum, ei heldur yvirtøkuni av vinnufelagslóggávuni, sum sambært samgonguskjalinum verður yvirtikin 1. januar 2008, sigur Kaj Leo Johannesen.









