Fleiri kendir og væl umtóktir bólkar úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi vera við, tá ið nýggi Frigg festivalurin verður í Kongens Have í hjartanum av Keypmannahavn 9. og 10. mai.
Tað boða fyrireikararnir frá í morgun.
Hetta er sama vikuskiftið, sum altjóða tónleikakappingin, Melodi Grand prix er og tískil er býurin fullur av tónleiki.
- Tað er nú greitt, at danska songkvinnan Fallulah, føroyska sangdrotningin Eivør, teir freku Páll Finnur Páll, elektropop duoin Byrta, fólkakæru Hjálmar úr Íslandi og grønlendsku rokkarnir Nanook, vera við í fyrsta festivalinum av sínum slag, siga fyrireikararnir.
- Íalt fara yvir tjúgu spennandi og aktuellir tónleikabólkar at syngja og spæla á Frigg í vár, sum eisini er ætlaður at verða ein serstakur føroyskur mentanarpallur og vørugluggi út í heim, siga fyrireikararnir.