Trý av teimum mest royndu í tí almenna fjølmiðlaheiminum eru søgd upp Millum tey átta starvsfólkini í Kringvarpinum, sum hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn, eru trý nøvn, sum hava verið við til at mynda Útvarpið og Sjónvarpið í mong ár.
Tann best kendi er ivaleyst Jógvan Arge, sum hevur verið í føstum starvi í útvarpinum í 38 ár, harav eitt skifti sum programleiðari. Eitt annað kent navn er Ove Olsen, ið kom í Útvarpið í 1974 og hevur verið har meginpartin av tíðini síðani.
Triðja, kenda navnið er fyrrverandi tekniski leiðarin í sjónvarpinum, Ragnar C. Joensen. Hann hevur júst havt 25 ára starvsdag.
Kelda: Kringvarpið