Kend havnarmynd rundar tey 75 árini

Leygardagin 9. juni fyllir Hervør Djurhuus í Havn 75 ár. Hennara fulla navn er Hervør Frederikka Djurhuus.

Føðingardagurin verður hildin í kvinnufelagshúsinum á Glyvrum, har opið hús verður frá kl. 18.00 og út á kvøldið.


Hervør vaks upp í søguligu og hugnaligu bygdini Húsavík á Sandoynni, dóttur Marin Kristinu og Poul Jóhan Danielsen. Pápin var røktingarmaður burturav og nakað av jørð hoyrdi til heimið inni á Kepilstrøðni, sum tað kallaðist har barnaheimi hjá Hervør stóð og framvegvis stendur. Í dag eigur eitt systkinabarn hjá Hervør barnaheimið.


Sum so mong tá í tíðini varð Hervør úti fyri teiri tungu lagnu, at tuberklarnir gjørdu av við øll hennara nærmastu. Tá hon var bert 6 ára gomul, misti hon móður sína av tuberklum, sum ikki var komin upp til tey tríati. Pápin, Poul Jóhan, sum var ein maður við vinnuligum framtíðarætlanum, og hevði gjørt íløgu í ein lastbil, slapp ikki at síggja hesar dreymarnar ganga í uppfyllilsi, tí eisini hann mátti lúta fyri herviligu tuberklunum. Hann doyði knapt 40 ára gamal. Tá var Hervør ein tannáringur bert 14 ára gomul. Hon misti eisini lítla-beiggja sín og sína lítlu-systir av somu ávum.


Hervør kom at standa einsamøll eftir, bert 14 ára gomul, men í Húsavík vóru nógv góð skyldfólk, sum tóku sær væl og kærleiksfult av foreldraleysa tannáringinum. Sum allar gentur tá í tíðini, so fór eisini Hervør út at tæna, bert 15-16 ára gomul.


Hon kom at vera arbeiðsgenta í Skopun hjá Jóhan og Jacobinu. Andrias í Hvannasundi og Mona giftust inn hjá Jóhan og Jacobinu og búðu har tað fyrstu tíðina av teirra hjúnabandi saman við teirra elstu børnum. Hervør sigur, at tíðin hjá Jacobinu og Jóhan var ein sera góð tíð í hennara lívi. Hon minnist eisini væl hvussu hugnaligt tað var hvørja ferð Andrias kom heim av skipi, at tað var altíð nakað serligt, tí tað varð gjørt nógv varð burtur úr. Tey vóru nógv fólk í húsi og har andaði av gestablídni og offurvilja og kærleika.


Sum ung kom hon til Havnar, har hon arbeiddi á vaskarínum á Dronnong Alexandrines hospitali, ein tíð, sum hon eisini minnist við nógvum góðum minnum. Eisini arbeiddi hon eitt skifti hjá Hallgerð og John Sivertsen uppi á Abbatrøð. Har møtti hon Andrew Djurhuus, sum var ættaður av Gjaranesi, men hevði búð og arbeitt í Havnini nøkur ár, tá Hervør kom til Havnar at búgva.


Hervør og Andrew giftust í 1950, og tey fingu ein son, Poul Jóhan, sum Hervør syrgdi fyri at kalla upp eftir pápa sínum. Hervør og Andrew fluttu í spildurnýggja grannalagið í Jákup Nolsøesgøtu úti í Grønlandi, har einar 20 ungar familjur samstundis bygdu og búsettust. Har hevur Hervør búð øll hesi árini, og har býr hon enn, í sínum lítla Paradísi við lítlum hava og flisaløgdum túni.


Sonur hennara, Poul Jóhan sigur um mammu sína, at hon var heima øll hansara barna- og ungdómsár, og at tað var gott at koma heim og vita, at mamman altíð var heima. Ikki fyrrenn sonurin giftist og flutti heimani, fór Hervør út at arbeiða. Hon arbeiddi fleiri ár á vaskarínum á Hotel Hafnia, og eisini arbeiddi hon fleiri ár sum vaskikona á fornminnissavninum á Debesartrøð.


Hervør kom at ganga í Ebenezer, í somu samkomu sum maðurin, og har minnist hon nógvar menn, sum plagdu at tala Guds orð um tað mundi hon kom at ganga í Ebenezer, m.a. Havna-Jørgin, sum hon minnist spurdi hana um hon var frelst. Tað hevði eingin spurt hana áður. Hon kom at kenna Jesus sum sín persónliga Frelsara ígjøgnum tað, sum varð talað í Ebenezer.


Saman við manninum hevur hon trúføst komi til møtini í Ebenezer, og ikki minst síðan Andrew doyði fyri 8 árum síðani. Hon plagar at siga, at hon eigur so nógvar góðar vinir í samkomuni. Hervør dámar væl at koma til Zarepta, og har hevur hon hesi seinastu árini havt stóra gleði í at hjálpa til í vaskaríðnum.


Hervør hevur upplivað, at hóast hon kom at standa púra einsamøll eftir í síni egnu familju, og hóast hon einans fekk ein son, so eigur hon í dag eina stóra familju við ikki færri enn 6 ommubørnum og 17 langommubørnum frá 1 ár til 20 ár, sum hon er bæði góð við og stolt av.


Hervør gleðir seg til at møta vinum, skyldfólki og kenningum í kvinnufelagshúsinum á Glyvrum leygarkvøldið, har øll eru vælkomin.


Tillukku mamma!


pj