Seinastu tvær vikurnar hevur eitt filmslið úr Amerika verið í Føroyum.
Upptøkur eru gjørdar ymsastaðni í Føroyum í sambandi við ein film, sum snýr seg um djóravernd. Í filminum verður eisini prátað við fleiri føroyingar.
Filmsliðið, sum er farið av landinum henda fyrrapartin, taldi sjey fólk, og harímillum vóru eisini kendir persónar innan filmsvinnuna við í Føroyum.
Sjónleikarin Fischer Stewens, sum er kendur frá eitt nú raðsendingunum Lost, var eisini í Føroyum saman við filmsliðnum. Hann steðgaði tó bert í Føroyum í fýra dagar.
Eisini Malcolm Wright, sum eitt nú hevur arbeitt við Avatar, Lord of the Rings og King Kong, var við í filmsliðnum sum tekniskur stjóri.
Filmurin, sum hevur fingið heitið Whale Like Me, verður vístur á vári 2014 og eftir ætlan skal frumsýningin verða í Føroyum.
Til ber at lesa um filmin, sum fyri ein part gongur fyri seg í Føroyum, her