Kend býarmynd hátíðarhelt 75 ára føðingardag

Leygardagin 20. november var móttøka á Hotel Hafnia, í samband við at ein kendur svínoyingur í Havn, Jukim Olsen, helt sín 75 ára føðingardag. Millum 250 og 300 fólk stukku inn á gólvið.

At Jukim Olsen eigur nógvar vinir, bar móttøkan á Hotel Hafnia leygardagin boð um, tað stóð á at rúma øllum fólkunum, sum komu at heilsa upp á hann á Parnassinum.

Jukim hevur stóra "kontaktflatu" og kennir hópin av fólki. Har komu fyrrverandi starvsfelagar, fólk frá samkomuni í Ebenezer, familja, og fleiri svínoyingar sum búgva í Havn.

Óli Jacobsen og Øssur Berghamar hildu talu, og Evald Sørensen, fyrrverandi starvsfelagi á Matrikulstovuni, framførdi ein sang.

Jukim er sjálvur ein sera trúfastur og uppmerksamur maður. Hann kennir tað sum sína uppgávu at vitja í heimum, á sjúkrahúsum og røktarheimum og halda samband við fólk, sum hava tørv á eini vitjan.

Jukim er eisini kendur frá útvarpssendingum, har hann saman við Niels Juel Arge, útvarpsstjóra, sála, sigldi runt Svínoynna, og Jukim á ein hugtakandi hátt segði frá ymiskum staðarnøvnum og hendingum.

Seinnu tíðina er hann eisini kendur frá sjónvarpslýsingunum við Toyota Yaris.