Klaksvík:
Fyrireikararnir til posfestivalin í Klaksvík eru við at fáa øll nøvnini upp á pláss, og í næstum verða tey øll kunngjørd. Greitt er tó, at eitt av nøvnunum er rokk-legendan Ken Hensley, mest kendur úr bólkinum Uriah Heep.
Ken Hensley var høvuðsmaður í bólkinum Uriah Heep, sum var eitt tað størsta rocknavnið í 70-unum, og hann skrivaði teir flestu kendu sangirnar hjá bólkinum - til dømis Stealin, Easy Livin, The Wizard, Lady in Black og aðrar.
Hensley hevur ongantíð verið í Føroyum, hóast Uriah Heep tvær ferðir hevur spælt her. Tá var hann langt síðani farin burtur úr bólkinum og arbeiddi saman við øðrum um sín tónleik. Ken Hensley hevur sjálvur ein bólk, og hann hevur spælt nógv seinastu tíðina - millum annað í Norðurlondum, Russlandi og Bretlandi.
Leygardagin 14. august verður Ken Hensley so at hoyra fyri fyrstu ferð nakrantíð í Klaksvík. Tað verður á stóru útikonsertini, sum verður í Vágsbøi mitt í Klaksvík, og hann ætlar sær at tríva í nógvar av teimum kendu sangunum, sum hann skrivaði til Uriah Heep.
Tað verður eitt fantastiskt upplivilsi at fáa hesa livandi legenduna innan rocktónleikin á vitjan her í Føroyum.
Eitt annað navn, sum er greitt, er kendi bólkurin Bonny M.
Tiltøkini í sambandi við popfestivalin verða í KÍ høllini eisini, og so verður útikonsertin á Vágsbøi seinni leygarkvøldið.