Føroyskur fótbóltur hevur leingi manglað ein ordans endabrest, tá kappingarárið er komið at enda. Á hesum økinum hevur hondbólturin og flogbólturin gingið á odda við flottum gallaveitslum.
Nú fara Fótbóltssambandið og Miðlahúsið at skipa fyri einum veldigum gallatiltakið í Norðurlandahúsinum tann 20. oktobur, tá ársins spælarar verða kosnir.
Miðlahúsið hevur í fleiri ár staðið fyri einum tiltaki, har ársins spælarar verða kosnir. Hesa ferð verður tað so í samstarvið FSF og harvið verður ársins spælari eisini alment viðurkendur sum ársins spælari.
Venjarar, liðskiparar og ítróttarskrivarar velja
Tað verða liðskiparar, venjarar og fjølmiðlafólk, sum skulu velja teir bestu spælararnar hetta kappingarárið. Ársins málverji, verjuleikari, miðvallari, framherji, stjørnuskot, venjari og spælari hjá monnum og kvinnum verða kosin, umframt at ársins lið eisini verður sett.
Í næstum kemur ein listi við nøvnunum á teimum, sum eru nomineraði. Talan verður samanlagt um 20 heiðurslønir, sum skulu latest spælaraum og venjarum.
Hetta fer alt at fara fram í salinum í Norðurlandahúsinum, har pláss er fyri yvir 400 gestum.
Fyriskiparnir vóna at hetta er við at seta ein veruligan enda á kappingarárið, og at hetta verður ein fastur táttur hvørt ár.