Kemilux Industri er ein rein føroysk fyritøka, sum hevur 45 ár á baki. Fyritøkan byrjaði í 1965 at framleiða sápu. Kemilux gjørdist skjótt eitt kent vørumerki bæði í Føroyum og uttanlands.
Kemilux fylgir strongu donsku og ES-lógunum og reglugerðunum, tá framleitt verður - bæði til sølu her heima og til útflutnings. Fyritøkan hevur egið laboratorium, sum í samstarvi við altjóða serkunnleika hevur dagliga eftirlitið við at allar reglur verða fylgdar.
Kemilux framleiðir samsvarandi ISO 9001:2008 skipanini. Databløð og brúkaravegleiðingar eru til allar vørurnar. Tað, at fyritøkan lýkur strongu krøvini til framleiðslu, hevur millum annað havt við sær, at Kemilux er góðkendur veitari til sera kravmiklu oljuvinnuna.
Húsarhaldssápurnar lúka allar treytir til grøna merking, sum danska Sundhedsstyrelsen viðmælir. Kemilux húsarhaldssápur eru sostatt bæði grønar og allergivinarligar.
Sum serfrøðingar á økinum bjóðar Kemilux holla vegleiðing um síni produktir og skipar fyri skeiðum, har kunnað verður um, hvussu vaskievnini virka, doseringar og hvør sápa skal nýtast hvar.
Hóast øll produktini hjá Kemilux verða framleidd í Føroyum, verður umleið ein triðingur av framleiðsluni seldur uttanlands. Fyritøkan hevur umboð í Danmark, Norra, Skotlandi, Onglandi, Íslandi og Kanada umframt at vøran eisini verður seld í t.d. Saudi Arabia.