Keldan fyllist við tiltøkum

Hóast samkomuhúsið Keldan verður karmur um Fjarðafestivalin seinni í hesum mánaðinum, so forðar tað kortini ikki fyri øðrum útlendskum vitjanum í samkomuni.

Vikuskiftið undan festivalinum  tað er: dagarnar 18. til 20. august  fær samkoman nevniliga vitjan av bretanum Jonathan Conrathe og einum toymi av fólkum sínum.
Jonathan er stovnari av eini apostólskari tænastu sum ber heitið Valley Ministries, har tey ferðast kring allan heimin og tæna samkomum. Nú standa so Føroyar á skránni.
Undir vitjanini í Kelduni verða møti øll kvøldini. Umframt hetta verður eitt seminar hildið leygardagin.