Tann ofta atfinningarsami og bersøgni Franz Beckenbauer hevur ikki mist vónina um, at týska landsliðið fer at fáa gott úrslit í EM, hóast úrslitini ikki hava verið av teimum bestu seinasta árið.
? Eg rokni við, at Týskland kemur í hálvfinaluna. Rudi Vøller og Michael Skibbe hava áður víst, at teir duga at skapa ein lið, sum klára seg væl í eini slíkari kapping, sigur Beckenbauer.
Týskland er komið í ein sterkan bólk, har landið skal spæla ímóti Hollandi, Kekkia og Letlandi, og sambært eini meiningakanning hjá sjónvarpsrásini ZDF, so hevur vanligi týskarin ikki ein stóra tiltrúgv til týska landsliðið, sum Beckenbauer hevur. 45 av teimum, sum hava svarað, roknað við, at Týskland kemur ikki víðari frá bólkaspælinum í kappingini.