Eitt flogfar hjá Icelandair av slagnum Boeing 757 oyðilegði partar av undirstellinum, tá tað lendi í floghavnini í Keflavík seinnapartin í dag.
Tað skriva AirLive.net og aðrir netmiðlar.
Lagt verður aftrat, at flogfarið, sum kom úr Berlin, lendi í stormi í Keflavík og oyðilegði høgra lendingarhjól undir lendingini.
Sagt verður, at eingin av teimum 166 ferðandi, sum vóru við flogfarinum, fingu skaða undir hørðu lendingini í Keflavík.
Hendingin fór fram um 16-tíðina seinnapartin í dag og flogvøllurin, sum eitt skifti var stongdur, er opin aftur, vita airlive.net at siga.
Sambært íslendska ríkisútvarpinum - RUV - er íslendska skaðanevndin farin í holt við at kanna umstøðurnar kring hendingina.
Sum skilst, er ikki greitt, um lendingarhjólið var oyðilagd fyri lendingina - ella, um tað oyðilegðist, tá flogfarið lendi í Keflavík.
##med2##












