Fleiri lágtrýst í ein útsynningi úr Íslandi senda komandi dagarnar brúgvaløg inn yvir Føroyar av útsynningi. Týsdagin fer eitt lágtrýst fram við beint sunnan fyri Føroyar, og síðani kemur ein kaldur streymur av ælum. Fríggjadagin fer væntandi eitt stormlágtrýst yvir Føroyum.
Eystanfyri verður í stóran mun stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri í dag, 10 til 15 m/s, annars verður lot til andøvsgul av ymsum ættum ella vestri, 3 til 8 m/s. Skýggjað og regn. Hitin millum 7 og 10 stig. Seinnapartin øtlar hann vindin upp í andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Tað klárar í úr vestri, tó verður okkurt ælið. Hitin fellur niður í 5 stig. Í kvøld og í nátt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, út á náttina minkar hann nakað. Samdrigið og regn ella vátaslettingur. Hitin millum 2 og 5 stig.
Í morgin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin snarar í ein landsynning og seinni landnyrðing og verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyrst okkurt ælið, seinni skýggjað og út á dagin regn ella vátaslettingur. Um náttina gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi seinni útsynningi, 5 til 10 m/s. Tað klárar í, tó okkurt ælið. Hitin millum 1 og 6 stig.
Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein vestan og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, partvís vátaslettingur ella heglingur. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig. Um náttina vátaslettingur- ella kavaælingur og stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.
Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s Samdrigið og vátaslettings- ella regnæl og hitin millum 3 og 5 stig. Um náttina snarar hann vindin í ein landsynning og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og okkurt regn-, vátaslettings- ella kavaælið. Hitin millum 1 og 5 stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, og regn. Seinni snarar hann vindin í ein útsynning og øtlar upp í storm, 18 til 25 m/s. Tað klárar í, tó verður okkurt ælið. Hitin millum 4 og 8 stig. Um kvøldið og náttina makar hann spakuliga vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Ælaveður og hitin millum 2 og 5 stig.
Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og fýra hitastig.










