Keane vann á Jewell

Sunderland vann slagið um botnin, McLeish vann í sínum fyrsta dysti, og Liverpool, Arsenal og Chelsea vístu styrki í vikuskiftisdystunum í Premier League, bestu ensku fótbóltsdeildini

Paul Jewell fekk trupla byrjan í venjarastarvinum, tí tá hann tók lið sítt Derby á vitjan til Sunderland, har karismatiski írin Roy Keane er venjari, noyddist hann tómhentur heim aftur. Hóast kjansir at leggja seg á odda, so er tað sjónligt at liðið er í tyngra endanum av tabellini, tí vanligt er at hepni ikki fylgir sovorðnum liðum, og so var eisini hesaferð. Derby leikari rakti stongina tað einu ferðina, og nærri komu Derby ikki, og eftir at eisini Sunderland høvdu rakt stongina í líknandi skotroynd, lá í kortunum, at ein avgerð fór at koma, og tað gjørdi hon so eisini.

Ungi Anthony Stokes kundi eftir atsókn frá øðrum Sunderland leikara, skavað bóltin innum mállinjuna og leggja Sunderland á vinnarakós, nakað teir ikki hava roynt ov ofta í Premier League høpi.


Skotin byrjaði við sigri

Júst setti Birmingham venjarin, Alex McLeish kundi ikki ynskt sær betur byrjan uppá sítt venjarastarv í Birmingham, eftir fyri kortum at hava sagt seg úr starvi sum landsliðsvenjari hjá Skotlandi. McLeish vann trupla útidystin móti Tottenham á White Hart Lane, og er hetta fyrsti dystur, ið Tottenham tapir, undir leiðslu av Juande Ramos. Úrslitið gjørdist 3-2 til Birmingham, ið tóku flest øll á bóli við hesum úrsliti.


Liverpool stima frameftir

Liverpool og Rafael Benitez fingu dyggan stuðul frá viðhaldsfólkunum hjá Liverpool sunnudagin, og kanska var tað hetta, ið settu teir í gongd móti einum sterkum Bolton liði, ið júst hevði vunnið móti Manchester United, vikuna frammanundan. At Bolton eru so sterkir, kom ongantíð til sjóndar í dystinum, tí til tað vóru Liverpool alt ov góðir. Liverpool byrjaðu betur og leikliga yvirvágin og kjansir vóru í hópatal. Eftir 17 minuttum hevði Hyypiä neyðuga hepnið í frísparkstøðu, og eftir hetta var bara ein vegur. Liverpool fingu so eisini økt um leiðsluna beint fyri steðgin, eftir eina dreymaavlevering frá Steven Gerrard til Fernando Torres, ið kundi skora sítt 11 mál í 17 dystum fyri Liverpool. Seinastu málini tóku fyrst sami Gerrard sær av, áðrenn innskifti Ryan Babel kundi skora, eftir at landsfelagi hansara Dirk Kuyt hevði roynt seg við skoti frá truplari støðu.


Arsenal og Chelsea

Arsenal møttu einum treiskum og vælskipaðum Aston Villa á Villa Park, og komu eisini afturum, eftir at ”The Villains” og John Carew fóru í skjótt mótálop í vinstru síðu. Alt endaði við at ungi Craig Gardner fekk bóltin mitt fyri og setti innsíðuna á bóltin og legði vertirnar á odda. Eftir hetta byrjaði Arsenal at total dominera vertirnar, bæði við meistarligum spæli og við kjansum. Hetta Arsenal er veruliga nakað heilt serligt at síggja. Teir spæla á einum sera høgum støði, og tekniskt eru teir ómetaliga væl fyri, allir 11. Ein kann ikki koma uttanum at teir ikki sørt minna um hálendska landsliðið, sum í 70-árunum varð kent fyri teirra ”Total-fótbólt” undir leiðslu av Johan Cruyff.

Áðrenn hálvleik høvdu Arsenal javnað og lagt seg á odda, og hóttu við at skora enn fleiri. Fyrst skoraði Mathieu Flamini og síðani Emmanuel Adebayor. Málið hjá Flamini var eitt dundurskot, ið Scott Carson, ongan møguleika hevði fyri at bjarga. Og seinna málið var í sonnum heimsflokki, tá Arsenal komu ígjøgnum í høgra borði og løgdu innfyri til Adebayor, ið so hamraði høvdið á bóltin. Sera vakurt og skjótt spæl.

Dysturin endaði við 2-1 sigri til Arsenal, og teir eru enn greitt á odda.

Chelsea tóku móti rivalunum úr West Ham, og har drógu teir longra stráðið, eftir at teir brutu eina treiska West Ham verju, tá Joe Cole skoraði í 76. minutti, til endaliga úrslitið 1-0. Fleiri hava havt á lofti at Cole var rangstaddur tá hann fekk sendingina frá Drogba, men hvussu er og ikki, so var ikki bríkslað, og so kundi Chelsea strúka avstað við sigrinum.



Í Faktaboks:


Hini úrslitini vórðu:


Aston Villa-Arsenal 1-2 (Gardner-Flamini, Adebayor)

Sunderland-Derby 1-0 (Anthony Stokes)

Reading-Middlesbrough 1-1 (Kitson-Tuncay)

Wigan-Man City 1-1 (Scharner-Geovanni)

Chelsea-West Ham 1-0 (Joe Cole)

Portsmouth-Everton 0-0 (Ongi Mál)

Blackburn-Newcastle 3-1 (Bentley2, Tugay-Martins)

Tottenham-Birmingham 2-3 (Keane 2, McSheffrey, Jerome, Larsson)

Liverpool-Bolton 4-0 (Hyypiä, Torres, Gerrard, Babel)


Í kvøld klokkan 20:00 spæla Manchester United móti Fulham, so spennandi verður at síggja hvussu leikur fer har.