Keane klárur

Miðvallarspælarin Roy Keane er klárur til landsdystin hjá Írlandi ímóti Sveis mikudagin. Keane breyt tvey rivjabein í fyrsta landskappingardystinum hjá Manchester United í ár, men hann er vorðin skjótari frískur, enn roknað var við. Írland og Sveis eru bæði í bólki saman við Føroyum í hesi HM-undankappingini.