Keðiligur endi hjá Keflavík

Talan varð um total-kiksara hjá Keflavík og Símuni Samuelsen, sum við trimum tapum á rað mistu íslendska meistaraheitið á stokkinum

Fótbóltur

 

Landsbankadeildin er nú lokin, og endin gjørdist, at FH úr Hafnafjørðinum vann enn eitt íslendskt meistaraheitið. Keflavík við Símun Samuelsen á liðnum lá annars væl fyri at vinna sítt fyrsta meistaraheitið í 35 ár, men tíverri fyri Keflavík og Símun, so brast stóri dreymurin leygardagin.

3.850 áskoðarar sóu Keflavík tapa 1-2 ímóti Fram á heimavølli. Samstundis greiddi FH sína skyldu við at vinna 2-0 ímóti Fylkir á heimavølli. Símun Samuelsen legði annars Keflavík á odda 1-0, tá 54 minuttir vóru farnir, og tá varð rómurin stórur í Keflavík. Almarr Ormarsson javnaði til 1-1, og ta løtuna vóru Keflavík og FH jøvn í stigum, men Keflavík hevði í tí løtuni betri málmun.

Men tá 80 minuttir vóru farnir skifti íslandsmeistaraheitið eigara, tí tá legði Hjálmar Phórarinsson Fram á odda 2-1, sum gjørdist endaliga úrslitið. Talan varð sjálvandi um eitt stórt vónbrot fyri Keflavík og Símun Samuelsen. Fagnaðurin á Kaplakrika Leikvøllinum í Hafnarfirði varð øðiligur, tá FH lyfti meistarasteypinum, sum nevnist Ìslandsbikarið. Fyri stuttum vann FH 3-2 á Keflavík, tá varð støðan javnleikur 2-2, tá 90 minuttir vóru farnir. Her er nógv hjá Keflavík at iðra seg um.