Kawasaki til ein hvønn tørv

Kawasaki hava eina rættuliga spennandi vøruskrá fyri 2009 við bæði nýggjum útgávum og dagføring av verandi súkklum. Kawasaki er varð næstmest selda motorsúkkla í Danmark í 2008 eftir Suzuki, sum varð nummar eitt.

Hetta er tíðin, tá ið motorsúkklurnar vakna úr vetrardvala og fyrireikingarnar til summarhálvuna byrja. Kawasaki hava eitt stórt og fjølbroytt programm við nógvum ymiskum motorsúkklum í ymiksum støddum og príslegum.


Nýggjasta útgávan av Kawasaki ZX-6R er vorðin bæði lættari og kvikari enn forgangarin. Við tað at hon er “klænkað” og ymiskir pomponentar eru gjørdir úr lættari tilfarið, er hon vorðin næstan 200 kg lættari. Hetta saman við meira hestakreftum gevur betri moment og gera hana munandi kvikari. Motorurin er ein 4 syl. (599 cc) við 128 hk við 14.000 snún/min.


Kawasaki ER-6n við ABS-bremsum er eisini nógv broytt í mun til forgangaran. Broytingarnar eru gjørdar við tí endamáli at betra um koyrieginleikarnar og gera súkkluna lættari at koyra. Motorurin er ein 2 syl. (649 cc) við 72 hk við 8.500 snún/min.


Tann sum eitur Kawasaki VN900 er ein klsssisk súkkla sum fæst í útgávunum Classic og Custom. V2 motorurin (903 cc) við 50 hk við 5.700 snún/min hevur bleyta og vibratiónsfría motorgongd, og er súkklan serliga góð at koyra við millum 80 og 120 km/t.


Kawasaki VN1700 er serliga væl egnað til longri túrar. Ein smart og væl útgjørd súkkla við klassiskum designi og gjøgnumførdum koyrieginleikum. Hon fæst í útgávunum Classic og Classic Tourer. Motorurin er ein V2 (1.700 cc) við 74 hk við 5.000 snún/min.


Voyager tann flottasta


Ein tann flottasta Kawasaki er VN1700 Voyager, sum er best egnað til langar túrar. Hon er sera væl útgjørd við t.d. síðutaskum og toppboks aftanfyri baksetrið umframt fleiri minni handskarúm. Eisini hevur hon cruise-kontroll og eina nýggja framkomna ABS bremsuskipan. Motorurin er ein V2 (1.700 cc) við 73 hk við 5.000 snún/min.


Tað er MC-Sølan í Slættanesgøtu, sum umboðar Kawasaki motorsúkklurnar. Kawasaki fáast í nógvum ymiskum útgávum og prílegum. Tær kosta úr umleið 100 túsund krónum upp til umleið 230.000 fyri flaggskipið VN1700 Voyager.


Fyritøkan umboðar eisini motorsúkklurnar Suzuki og Ducati. Umframt okkara egnu merkir servisera vit flest øll sløg av motorsúkklum, sigur Anders Berg, sum eigur og rekur MC-Søluna. Hann leggur afturat, at sesongin fyri motorsúkklukoyring byrjar nú í apríl.


Á heimasíðuni: www.mc-solan.fo eru upplýsingar um úrvalið av t.d. motorsúkklum og skutarum og hópin av leinkjum til aðrar MC-síður. MC-Sølan hevur tel. 311101 / 216300.


mg