Tað er eitt av skoðsmálunum, sum Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn, gevur nýggju samgonguni, sum í gjár legði fram politikk sín fyri almenninginum.
– Um Annika Olsen heldur hevði sagt, at onkur onnur kommuna nú skuldi sloppið framat ella at formanssessurin í Kommunufelagnum eigur at ganga upp á skift, so var tað ein støða, har fokus er á felagsskapin, og at vilja felagsskapinum tað besta. Men at siga, at borgarstjórin í høvuðstaðarkommununi ikki virðir at brúka sína tíð í einum fyri kommununa so týðandi felagsskapi, er bara ikki í lagi.
Tað skrivar Heðin Mortensen í viðmerking, sum hann hevur sent miðlunum. Og hann heldur fram:
– Nakað heilt annað er, at Annika Olsen – við tí hugburði, sum nýggja býráðssamgongan higartil hevur víst viðvíkjandi bæði Kommunufelagnum og kommunala sjálvræðinum – neyvan hevði verið vald til formann í Kommunufelagnum.
– Hon hevur nóg illa sett seg í borgarstjórasessin, so letur hon Fíggjarmálaráðnum fíggjarstýringina hjá kommununum upp í hendur, og letur Mentamálaráðnum upp í hendur at stýra dagstovnunum. Hevði hon viljað nakað annað, enn at varpað ljós á seg sjálva – hevði hon verið ein góður liðspælari – so hevði hon byrjað við at viðgjørt slíkar grundleggjandi spurningar í friði og náðum í Kommunufelagnum, heldur Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen sigur seg vóna, at talan er um byrjunarfeilir, og at samgongan fer at taka annað skinn um bak.
– Og vónandi ætlar Tjóðveldi sum størsti flokkur í samgonguni ikki at leggja rygg til hetta, tí ikki mundu teir havnarborgarar vera mangir, ið atkvøddu fyri Tjóðveldi við vón um at uppliva so kavráan liberalistiskan høgrapolitikk í býráðnum.
– Vit mugu vóna tað besta enn, men eg stúri, tí tað er skjótt at bróta niður og so vendist ikki aftur. Her skal eitt sera vakið eyga fylgja tykkum.
Viðmerkingin hjá Heðini Mortensen kann lesast í fullari longd VIÐ AT TRÝSTA HER