Kavin darvar flogferðsluna í Danmark

Kavaveðrið í Danmark darvar nú flogferðsluna til og frá floghavnunum í Jyllandi.

Stjórin í Bullund Lufthavn, Kjeld Zacho Jørgensen, sigur við TV2, at enn er einki flogfar avlýst, men at fleiri fráferðir eru seinkaðar, tí tað er so nógvur kavi á vøllinum.

Eisini á flogvøllinum í Aalborg er ferðslan darvað av kavanum, og eitt Norwegian-flogfar, sum var á veg hagar, mátti fara til Keypmannahavnar ístaðin fyri.

Kavaveðrið hevur eisini darvað ferðsluna á landi. Ein kvinna doyði í einari ferðsluvanlukku í Jyllandi, fleiri bilar eru farnir útav, og nærhendis gleið ein bussur við 20 ferðafólkum útav. Eingin fekk skaða. Fleiri bussleiðir koyra ikki.