Kavi og kolandi stormur jólaaftan

Fleiri brúgvaløg við regni og vindi fara komandi dagarnar upp yvir Føroyar av suðri og útsynningi. Týsdagin væntast eitt rættiliga djúpt lágtrýst av útsynningi at fara framvið beint vestan fyri Føroyar. Tollaksmessudag nærkast eitt stormlágtrýst Føroyum og fer síðani í ein landnyrðing. Eftir lágtrýstið streymar køld luft við kavaælum inn yvir oyggjarnar av norði og útnyrðingi. Júst hvussu lágtrýstið ferðast jólaaftan er enn óvist og tí kann veðurforsøgnin fyri jólaaftan og jólamorgun broytast nógv komandi dagarnar.

 

Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og suðri, 10 til 15 m/s. Enn skýggjað við regni ella ælaveðri og hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin upp í strúk í vindi upp í skrið av útsynningi og útsynningi og vestri. Tað klárar í, tó við ælaveðri, og hitin millum 3 og 6 stig

 

Týsdagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, út á dagin snarar hann í ein útsynning, 13 til 18 m/s og um dagin í støðum upp í storm, 23 m/s. Sum frá líður skýggjað og regn, seinni samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 3 og 5 stig.

 

Tollaksmessudag verður strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s, sum út á dagin makar niður í gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Skýggjað, men møguliga sólglottar og sum frá líður okkurt ælið. Hitin millum 3 og 7 stig. Út á náttina øtlar hann aftur vindin upp í strúk í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, og regn. Hitin millum 1 og 5 stig, men í støðum kann hitin fella undir frostmarkið.

 

Jólaaftan øtlar hann vindin upp í skrið ella storm av landsynningi og suðri, 18 til 23 m/s, og møguliga upp í hvassan storm í hvirlunum, 25-28 m/s. Út á dagin makar hann vindin eitt bil og tað verður sera umbroytiligt. Skýggjað og regn og kanska vátaslettingur ein stóran part av tíðini og hitin millum 3 og 7 stig. Jólaaftan og jólanátt verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, seinni norðri, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum. Fyrrapartin verður í støðum upp í storm, 20 til 23 m/s, við hvøssum hvirlum upp í kolandi storm, upp í 28 m/s. Ælaveður, sum frá líður fer yvir í vátasletting og kava og hitin millum frostmarkið og trý hitastig.

 

Jóladag makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s, um náttina snarar hann vindin í ein eystan. Skýggjað og okkurt kavaælið. Hitin um dagin millum 1 kuldastig og tvey hitastig, um náttina niður í fimm kuldastig.

 

2. jóladag verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum út á dagin snarar í ein landsynning og øtlar vindin til strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt, men út á náttina yvirhøvur kavi ella vátaslettingur, seinni regn av útsynningi. Hitin um dagin millum frostmarkið og trý hitastig, um náttina millum 2 og 6 stig.