Hóast vit skriva 8. mei, so er neyðugt at rudda fótbóltsvøllin í Fuglafirði, um landskappingardysturin millum ÍF og NSÍ skal blíva avgreiddur í kvøld.
Fyrr í dag var heldur ivasamt, um tað fór at verða nakar dystur. Nógvur kavi hevur lagt seg á vøllin og tað gekk strilti at rudda, men nú aftaná døgurða gongur betri.
Alexandar Jovevic, venjari hjá ÍF, sigur við in.fo, at sum støðan er í løtuni, so verður dysturin spældur og tað fyrireikar hann sínar spælarar uppá.
Dysturin millum ÍF og NSÍ er fyrsti dysturin í 10. umfari í Effo-deildini. Bæði In.fo og Rás2 fylgja dystinum beinleiðis. Dysturin byrjar klokkan 19.