- Kavbátamálið verður mítt seinasta

Kendi ákærin í málinum um Peter Madsen, Jakob Buch-Jepsen, sigur, at hann fer at gevast, tá dómur er fallin í kavbátamálinum.

Kendi ákærin í málinum um Peter Madsen, Jakob Buch-Jepsen, sigur, at hann fer at gevast í sínum núverandi starvi, tá dómur er fallin í kavbátamálinum.

 

Tað váttar hann í samrøðu við danska Ekstrablaðið.

 

- Kavbátamálið verður mítt fyribils seinasta rættarmál, tí eg havi gjørt av at finna mær eitt annað arbeiði. Sum liður í persónligari menning, er tað náttúrligt, at tú leitar eftir nýggjum avbjóðingum. Í fyrsta lagi havi eg søkt um farloyvi í eitt ár, og so fer tíðin at vísa, hvat fer at henda, sigur hann.

 

Jakob Buch-Jepsen hevur fingið nýtt arbeiði á skrivstovuni hjá advokatfyritøkuni, Koch/Christensen, har hann fer at taka sær av disiplinermálum og revsimálum og sum umboðar fleiri almennar bólkar, eitt nú tað, sum danir rópa Politiforbundet og onkrar hernaðarligar felagsskapir.

 

- Eg síggi fram til eina røð av nýggjum og spennandi uppgávum í mínum nýggja arbeiði. Tað passar mær væl at skula arbeiða við málum, sum hava eina aðra síðu, sigur hann.

 

Jakob Buch-Jepsen sigur, at hann nú hevur verið ákæri í 16 ár, og hann heldur, at sum liður í menningini heldur hann tað vera náttúrligt at leita sær eftir nýggjum avbjóðingum.

 

Hósdagin í næstu viku byrjar málið í býarrættinum í Keypmannahavn móti Peter Madsen, sum situr varðhaldsfongslaður og ákærdur fyri drápið á svensku tíðindakvinnuna, Kim Wall.

 

Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava stungið ungu kvinnuna 14 ferðir í undirlívið, meðan hon var á lívi. Peter Madsen noktar seg sekan í at hava dripið Kim Wall, og hann noktar seg eisini sekan í at hava skammfarið hana á lívi.

 

Sakarmálið móti Peter Madsen er ógvuliga rúgvusmikið, har 200 fólk eru avhoyrd, harav 37 eru boðsend sum vitni í málinum. Hóast Jakob Buch-Jepsen ikki vil siga, hvørji vitni eru boðsend, sigur hann, at drápsmálið er eitt hitt størsta í danskari rættarsøgu.